Stuðla og hjálp øll heimsins børn

UNICEF – Fyri øll heimsins børn!

UNICEF er tann felagsskapurin, sum heimsins lond hava sett á odda fyri at hjálpa børnum at koma undan og at fáa eina góða byrjan uppá lívið. Øll børn hava rættindi. Tað átti at verið ein sjálvfylgja, men soleiðis er tíverri ikki. Í okkara samtíð eru rættindi og lív hjá børnum hótt á fleiri økjum.

Lat okkum umskriva søguna hjá børnum

Alt ov nógv børn vaksa upp millum kríggj og ósemjur. Alt ov nógv børn uppliva avleiðingarnar av veðurlagskreppuni. Alt ov nógv børn fáa vánaligan ella ongan mat. Tey verða ikki koppsett, læra aldrin at lesa og teirra hugsan verður ikki tikin við í avgerðum, sum hava beinleiðis ávirkan á lív teirra.

Í UNICEF berjast vit fyri eini framtíð, har ið børn verða hoyrd í avgerðum og gerðum, sum beinleiðis snýr seg um, ella ávirkar tey. Vit berjast fyri eini framtíð ið er barnsins besta, sum virðir og verjir barnarættindi. Í UNICEF er hugsanin, at børn, ung og vaksin í felag megna at gera heimin til eitt betri stað fyri núverandi og framtíðar ættarlið.

Øll børn hava rættindi. Vit gevast ikki, fyrr enn tað gerst ein sjálvfylgja.

Lat okkum umskriva søguna hjá børnum, so at tey fáa tað lívið og framtíð, tey hava uppiborið.

Øll børn hava rættindi

Barnarættindasáttmálin hjá ST er karmurin um arbeiðið hjá UNICEF. Sáttmálin varð samtyktur á aðalfundi tann 20. november í 1989, sum eitt eyka ískoytið til mannarættindasáttmálan, ið ikki tók nóg góða hædd fyri børnum.

Fleiri enn 190 lond hava tikið undir og sostatt er barnarættindasáttmálin tann mest víðfevnda avtalan nakrantíð. Barnarættindasáttmálin fevnir um ØLL børn uttan mun til tjóðskap, kyn, samfelagsstætt, átrúnað og mentan.

Barnarættindasáttmálin hjá ST hevur til endamáls at tryggja børnum grundleggjandi rættindi. Tað snýr seg ikki bara um lívd, verju og umsorgan, men eisini um at verða vird sum menniskjað.

Vit eru treytað av sjálbodnum stuðli

UNICEF hevur sum mál at gera langtíðar íløgur at hjálpa børnum at fáa eina góða byrjan uppá lívið. Samstundis hjálpir UNICEF her og nú við neyðhjálp, tá ið kríggj ella veðurlagsbroytingar seta børn í vanda. Karmurin um arbeiðið er barnarættindasáttmálin hjá ST, og allar íløgur eru treytaðar av sjálvbodnum stuðli.

Jú meiri pening UNICEF savnar inn, jú fleiri børn hjálpa vit. So einfalt er roknistykkið. Fyri hvørja innsavnaða krónu frá einstaklingum, fyritøkum, grunnum og ríkinum, verður heimurin eitt betri stað fyri børn. Vit innsavna pening fyri at tryggja børnum betri umstøður, betri heilsuhjálp og betri útlit til eitt lív uttan fátækdømi, harðskap og niðrandi viðferð.

Umframt neyðhjálp og langtíðar íløgur, er arbeiðið hjá okkum at kunna myndugleikar um viðurskifti hjá børnum og gera vart við brot á barnarættindi. Vit samstarva tvørtur um lond og undirvísa og bera kunnleika um ST barnarættindasáttmálan. Vit eru politiskt og átrúnaðarliga óheft og okkara aðalmál er altíð at verða viðkomandi og álítandi í okkara arbeiðið.

Ver við til at hjálpa heimsins børnum

Visti tú at …

Vit eru treytað av sjálvbodnum stuðli & gávum

UNICEF verður ikki fíggjað av ST. Tað sum berur okkum, er sjálvboðin stuðul frá ríkinum, grunnum, fyritøkum og einstaklingum.

Fyri hvørja krónu fara einans 3 oyru til umsiting

Tá ið tú stuðlar fer 82,8 % til hjálpararbeiðið, 12,9 % til innsavningarvirksemi og 3,1 % fer til umsiting.